Várið kom eitt vetrarkvøld

Orð: Sólrun Michelsen
Lag: Simme Arge Jacobsen

Várið kom eitt vetrarkvøld
av myrkum, køldum havi
nærkaðist úr glæmuni,
har mánin reis úr kavi.

Hoyrdi eg úr firruni
eitt ljóð frá vinum kærum,
tjaldursflokk á flogi heim
úr vetrarskýli fjarum.

Starandi í náttarljós
har myrkrið tók at tána
sá eg tey sum hvørvisjón
í silvurlittum mána.

Takksom fyri landsins lívd
tey lótu kenda lagið,
lænti teimum náttarhvíld
hin kavaklæddi hagi.

Bóru várið við sær inn
í grønum dreymalaki
kveiktu lív í sálina
við ljósinum á baki.

FavoriteLoadingGoym tekstin