Varið tykkum! Harrin okkum biður

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur í februar 2007.

1. “Varið tykkum!” Harrin okkum biður,
vandamikil lívsleið okkar er,
best, sum vit nú halda vera friður,
kann ein úlvur meina okkum her.

2. Allar staðir, har hitt besta sprettur,
sníkir spilla seg at skaða tað.
Jesus veit, at hetta ikki grettur:
“Varið tykkum tí hvønn lívsins dag”.

3. Svikakristusar á foldum ganga,
klæddir seyðabúna eru teir,
eftir breiða, villa vegnum ranga
víst teir vilja leiða fleir og fleir.

4. Syndin ei sítt sanna andlit sýnir,
úlvur aftan seyðaklæði býr,
alt tað góða, sanna burt hon týnir,
broytir menniskju til skaðadýr.

5. Vantrúgvin hon er tað allarversta,
sáar eiturbland á síni ferð,
hon vil køva hjartafriðin besta,
dára tína sál, at Gud ei er.

6. Lat tí Guds orð leiða teg við gleði,
gakk í lýdni trygt við Harrans lið,
orð hans styrkir teg á trúarvegi,
veitir sannan, sælan sálarfrið.

FavoriteLoadingGoym tekstin