Várlig ørindi

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Morten Børup
Lag: Piae Cantiones
Týtt: Hans Andrias Djurhuus

1. Tá ið vársins fyrsta stund
rísur upp at roða,
flýgur fuglur sunnan sund
undir sólarloga.
Blóman eftir vetrarblund
prýðir kuldabitna grund,
fagurlig at skoða.
Lyndisfróð og lætt í lund
leita vit á ljósins fund
undir bláum boga.

2. Grøna skrúður lyngur ber
– gróðrarmagn í eingjum –
og vit hoyra aftur her
song og suð av veingjum.
Aldan blánar millum sker,
jørkatám á landi er,
syngur lot í streingjum.
Sólin hátt á sigursferð
rekur skýggj, ið kulda ger,
glógvar yvir eingjum.

3. Gud er góður, vís hans boð,
fríð er fold og føgur.
Alduskot og fuglaflog,
ljósagrønur bøur,
hamarsklettur, fossur og
kelduvað sum urðarsmog
honum heiður kvøður.
Signa okkum, Harri, so,
at í okkar’ hugaflog’
himin verður høgur.

FavoriteLoadingGoym tekstin