So varliga rógv bátin

Orð og lag: Friedrich Glück
Týtt úr týskum: Óli Dahl

1. So varliga rógv bátin,
nú dagur aftna man,
um stundum hann gerst kátur,
rógv varisliga fram.

2. Og fram við stillar strendur
hin kámi skuggi fer;
nú fargast fjallarendur
av roða, – sólin ger.

3. Rógv varliga á kvøldi;
still náttin sígur á.
Milt glampar stjørnufjøldin,
– við frið eg rógvi tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin