Várljóð

Lag: Johann Abraham Peter Schulz
Týtt: Tummas Napoleon Djurhuus
Viðmerking: Leysliga týddur úr týskum.

1. Kom stígið øll ein feginsdans,
kom bindið fagran blómukrans,
tí várið vitjar lond.
Hoyr fuglaljóð um bygd og ból,
tað ljóðar sum ein kát fiól
í vársins kviku hond.

2. Kom dansa sveinur, dansa drós,
nú verður verðin aftur ljós,
og ljósið merkir lív.
Hoyr tjaldursklipp og lambajarm
og ástartesk við blúgvan hvarm,
tí sólin segði: blív!

FavoriteLoadingGoym tekstin