Varmakelda

Hans Andrias DjurhuusJógvan á Lakjuni
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Jógvan á Lakjuni
Viðmerking: Gamalt var at søkja sær heilsubót við Varmakeldu sunnan fyri Fuglafjørð gomlu jóansøkunátt.

1. Tá grasið spratt í dølum,
og alt var fjálgt og gott,
og bar ímóti sumri og jóansøkunátt,
tá hvør ið sjúkan nívdi og ei visti lækna sær,
hann fór til Varmakeldu at verða grøddur har.

2. Tá róðu mong á firði,
mong gingu upp um fjøll.
Mariusongin sungu tey so hjartaliga øll.
Tí summar var og hiti og vón í hvørji sál. –
Á Varmakeldueiði um dimmið brunnu bál.

3. Har kendist høgt at lofti
og langt á óndskapsmið.
Fró sótu tey hjá keldu í semju lið um lið.
Tey tóku upp í lógvan og drukku heilsubót;
so tváaðu tey andlit og hond og bróst og fót.

4. Men sál og troytta hjarta
tey vórðu aftur yngd,
og eingin kendi ótta, og eingin kendi tyngd.
Tí Harrans móðir blíða hon kysti hvønn og ein,
sum kendi sær av sjúku
og vondum tonkum mein.

5. Sjá, grasið grør í dølum,
og loft er fagurt blátt –
tað ber ímóti sumri og jóansøkunátt.
Mær leingist tí at skøða mín arma, mødda fót –
á Varmakeldueiði eg vinni heilsubót.

6. Og eg vil fegin fjakka um fjøll í grønum skrúði –
og trúgva alt tað aftur, sum fedrar mínir trúðu.
Og syngja Mariusongin og birta brand í bál –
tí grasið grør í dølum og vón í hvørji sál.

FavoriteLoadingGoym tekstin