Varmasparing

Lag: Rulla de rulla…

Varmin er góður í kulda og kava,
ljósið í myrkri, tað kann vera hent.
Men nú skulu knappliga hvørki vit hava;
oljustreymurin hann hevur vent.
Rullaatti, rullaatti…

Arabarin fjálgur í haremi situr,
noktar tær olju til dittin og datt;
tvífalt, ja trífaldað kostar hvør litur,
ert tú so heppin at fáa ein sjatt.

Tó ikki tær nýtist at sita og bína
í myrkari stovu eitt kalt vetrarkvøld.
So leingi í húsinum er nóg stór dýna,
so verða eingi um lørini køld.
Okkara forfedrar (teir leingi livi!)
vistu mót’ kuldanum ráðini mong,
sum eru betur, tað er eingin ivi,
enn tað at fara so ofta í song.

Vóru teir stívir og kaldir og vátir,
tóku teir saman til føroyskan dans;
tá ornaðu limir og menn gjørdust kátir;
møðini góvu teir als ikki ans.

So gera vit enn, tá ið kaldir vit verða,
– gamalur dansur ber eisini til.
Spar bara ljósið, tað einki gera,
tí gentuna finnur tú altíð fram til.

Skuldi tað hent, at tú hug fekkst at fríggja,
meðan tit dansa eitt sovorið kvøld,
so munnu tit bæði skjótt fáa at síggja,
at dansifólk, tey verða ongantíð køld.
Rullaatti, rullaatti…

FavoriteLoadingGoym tekstin