Várt borðhald er at enda

Jóannes Patursson
Orð: Hans Thomissøn
Lag: Vár Jesus upp er staðin
Týtt: Jóannes Patursson

Várt borðhald er at enda,
og borðum berst nú av,
at Tær vit okkum venda,
sum alt tað góða gav.
Vit níga Tær til fót
og bera tær at munni
av insta hjartans grunni
lov, tøkk og prís ímót.

For hjúnunum vit biðja,
Tú signa teirra breyð,
Tú teirra lívsverk styðja
í vælferð og í neyð.
Tín miskunn fylgi teim,
Tú sjálvur vil tey leiða,
Tú dugna tað, tey eiga,
Tú fjálga teirra heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin