Várt land er alfagurt

Orð: Jákup Dahl
Lag 1: Gunnar Mikkelsen
Lag 2: Hin tíðin, ið rann
Viðmerking: Yrktur til fólkafund við tingstaðin Uppi millum Stovur í Øravík í 1902.

1. Várt land er alfagurt
og frítt er várt heim,
og fagrastar miðsummarløtur,
tá blómurnar spretta, tað angar av teim,
og fragdarljóð fuglanna hoyrist við gleim
yvir fjall, yvir fjørð, yvir føtur.

2. Her forfedrar fríir fyrr komu á fund,
teir kendu ei bindandi fjøtur;
teir egið búgv reistu á egnari grund,
tí fríur var sveinur og frí vóru sprund
yvir fjall, yvir fjørð, yvir fløtur.

3. Men trælkast so langt mítt fólk æviskeið,
tá grasgrógva gamlar tinggøtur;
ei hómaðist mið, ei ferðin var greið,
og tigandi tungur fór hvør sína leið
yvir fjall, yvir fjørð, yvir fløtur.

4. Men aftur skal frælsislag birtast um lond
– tí enn eigast lívssterkar røtur;
og skapast skal virkandi, byggjandi ond,
og kvæðið frítt, treystligt skal duna við strond,
yvir fjall, yvir fjørð, yvir fløtur.

FavoriteLoadingGoym tekstin