Várt móðurmál

Orð: Jóhan Carl Joensen
Lag 1: Hans Jacob Højgaard
Lag 2: Danskt fólkalag

1. Várt móðurmál tað hevur so ringa lagnu havt,
men einki annað eigur sum tað so stóra kraft
til føroyingar at samla og halda saman fast,
:/: so leingi hjartatónin í teimum ikki brast. :/:

2. Til fjals og so til fjøru í Føroyum hoyrdist tað
frá avgomlum tíðum og inntil henda dag;
væl er tað nú úr kirkju og skúla burturbeint,
:/: men aftur vil tað koma, um tíðliga ella seint. :/:

3. Úr Føroyum fór so mangur ta víðu jørð umkring
at hoyra aðrar tungur og síggja onnur ting;
men kom hann ikki aftur, tí lívið var ov stutt,
:/: honum longdist tó at hoyra sítt móðurmál til slutt. :/:

4. Í kvøld vit vilja drekka tilsaman eina skál
til æru fyr okkara gamla Føroya mál,
at tað má altíð liva – vit goyma Føroya skatt –
:/: til tað eitt sinn í tíðini kann koma til sín rætt. :/:

FavoriteLoadingGoym tekstin