Várvísa

Sigrið Mikkjaldsdóttir
Orð: Sebastian
Týtt: Sigrið Mikkjalsdóttir

Sangur um sól
og summardáar
várið í eksplosjón
alt tað sum livir
og sameinir
okkum í lívsins vón

Gev mær bert ein sang
so ongin vetur fer
uttan at hann
minnir oss um
so fjálgt ið tað var
so fjálg ið tú var

Tú vart so vøkur
sum ein rósa
mitt í tí ljósa vár
eg var sum í
dreymaheimi
elskaði teg
við húð og við hár

Gev mær bert ein sang
so ongin vetur fer
uttan at hann
minnir oss um
so fjálgt ið tað var
so fjálg ið tú var

Gev mær eitt lot
áðrenn eg sansi
eri eg langt á leið
Tíðin hevur
heilt aðra ætlan
her gevi eg tær mítt
gloym meg ei

FavoriteLoadingGoym tekstin