Vatn gav Jesus henni

Orð og lag: J.H. Stringer
Týtt: Árni av Reyni
Upprunaheiti: Hun fik vand af Jesus

1. Vatn gav Jesus henni,
sum søkti heimsins brunn,
og hon drakk av keldu
frá Harranum.
Hon sælan frið kendi
og øðrum bendi
tá til Harran Jesus
at drekka lívsins vatn.

2. Vatn tær Jesus gevur,
tær nýtst ei heimsins brunn,
drekk av lívsins keldu
frá Harranum.
Tú reinu flóð finnur
og frelsu vinnur,
um tú fert til Jesus
og drekkur lívsins vatn!

FavoriteLoadingGoym tekstin