Vatn og onnur væta

Av øllum tí góða, Várharra gav,
ei nøkur gávan var betri
enn vatnið, sum rennur frá fjalli í hav,
bæði á sumri og vetri,
til gagn fyri menniskjur og fyri dýr,
men ei fyri fólkið, á Sandoy býr.

Niðurlag:
Alt í Føroyum sum vakurt er og gott
Kemur ikki við í hhenda tátt.

Tí illa tey vatnrør teir hava røkt,
teir stavnar, sum bygdini stýra.
Teir neyðarsmenn, sum hava sett seg ov høgt,
nú blóta og svørja so dýra:
Ei fæst ein vatnsopi nakran dag,
nei, her má koma eitt annað lag!

Nú eiga vit skjótt ikki meira tol,
nú brunnar í bønum teir gera,
og skjótt verður bygdin tey beru hol,
men ovlítið vatn tó man vera.
Eitt Sodoma verður Sandsbygd tá,
hoyr bert, hvat Ísakur sigur frá:

Ja, vatnið tað klára eg haldi meg til,
tað best var, tá ið eg var tystur;
men nú fer ei longur at bera til,
tann seinasti dropin er mistur,
og tí má eg nú brúka sprutt og katt
– ja, sanniliga, nú er illa statt!

Mítt býtta beist, at eg fekk mær kúgv,
av tosta hon sáran man belja;
sín Carlsberg hon drekkur í góðari trúgv,
men mjólkina kann eg ei selja.
Og ryssan í øðini spelar av stað,
tá hon fær ein hálvpott av sama slag.

Eg døgurða kóki í akvavitt,
í súpan eg koyri genever,
til rugbreyð eg helst brúki lampuspritt,
men øll míni sprittkort tað krevur.
Í cognac eg seti mínar klossur á blot,
í sodavatni tvái eg mítt gamla kot.

Ja, tøkk havi Vilhelm og Kattrup og Fick
og Carlsberg, Charles og hinir!
Tøkk fyri hvønn kassa – hvønn tostadrykk,
tit royndust sum trúgvastu vinir!
Men sóknastýrið fái skamm og last,
tí teir krevja skatt, áðrenn kassin fæst!

FavoriteLoadingGoym tekstin