Vatn

Av øllum tí góða Várharra gav
ei nøkur gáva var betri
enn vatnið sum rennur frá fjalli í hav
bæði á sumri og vetri
til gagn fyri menniskju og fyri dýr
men ei fyri fólkið á Sandi býr.

Alt í Føroyum sum vakurt er og gott
kemur ikki við í henda tátt.

Tí illa tey vatnrør teir hava røkt
teir stavnar ið bygdini stýra.
Teir neyðars menn, ið hava sett seg ov høgt,
nú blóta og svørja so dýra:
»Ei fæst ein vatnsopi nakran dag
nei, her má koma eitt annað lag.«

Nú eiga vit skjótt ikki meira tol
nú brunnar í bønum teir gera
og skjótt verður bygdin tey beru hol
men ov lítið vatn tó man vera.
Eitt Sodoma verður Sands bygd tá
hoyr bert, hvat ið Ísakur segði frá.

Ja, vatnið tað klára eg helt meg til
tað best er, tá eg var tystur
men nú fer ei longur at bera til
tann seinasti dropin er mistur
og tí má eg nú brúka sprutt og katt
-ja, sanniliga nú er illa statt.

Mítt býtta beist at eg fekk mær kúgv
av tosta hon sáran man belja
ein Carlsberg hon drekkur við góðari trúgv
men mjólkina kann eg ei selja.
Og ryssan í øðini spelar avstað
tá hon fær ein hálvpott av sama slag.

Eg døgurða kóki í akvavitt
í súpan eg koyri genever
til rugbreyð eg helst brúki lampuspritt
men øll míni sprittkort tað krevur
í cognac eg seti mínar klássur á blot
í sodavatn tvái eg mítt gamla kot.

Ja tøkk havi Vilhelm og Kattrup og Fick
og Carlsberg, Charles og hinir
tøkk fyri hvønn kassa – hvønn tostadrykk
tit royndust sum trúgvastu vinir
men sóknarstýrið fái skamm og last
tí teir krevja skatt áðrenn kassin fæst.

FavoriteLoadingGoym tekstin