Vátt

Týtt: Tróndur Bogason og Niels Uni Dam
Viðmerking: Sangurin finst á fløguni Framvegis uttan vit hjá MC Hár. Upprunaliga enskur.
Upprunaheiti: What?

Undir einum lítlum træ
summarveður og vár
liggur eggjandi hjá mær
liggur eggjandi við MC-Hár

Lotið lýgur mær eitt lag
kastar skuggan av tær
og eg síggi tína verð
hon er eyðmjúk og ber

Við eitt er verðin vorðin veik
lívið krevur sín leik
og tú vaknar við at…

Himmal, hav og helviti
og heidningar á rað
sum bløðandi
í eldtungum
tín vanda hava sæð
her hjá mær

Við eitt er verðin vorðin veik
lívið krevur sín leik
og tú vaknar við, at deyðin fær
tak um sálina hjá tær

Lotið lýgur mær eitt lag
kastar skuggar av tær
og eg síggi tína verð
hon er eyðmjúk og ber

Og nú hyggur tú ein annan veg
út í myrkrið gjøgnum meg
regnið speglar tína tankaferð
út úr heiminum tú fer

Lotið lýgur mær eitt lag
kastar skuggar av tær
og eg síggi tína verð
hon er eyðmjúk og ber

Himmal, hav og helviti
og heidningar á rað
sum gløðandi
í eldtungum
tín vanda hava sæð
her hjá mær

Inn her

FavoriteLoadingGoym tekstin