Veðrið varð lýggjari

Veðrið varð lýggjari,
fjøllini fríðari,
grasið varð nýggjari,
áin varð blíðari.

Fyrst komu snípurnar,
tjøldrini, láirnar,
so mýrifípurnar,
fittar um snáirnar.

Hønurnar gákandi,
skrukka so tvørliga,
kettan kom spákandi,
brosar so smørliga.

FavoriteLoadingGoym tekstin