Vegir niðan snúgva

Orð: Karl-Erik Forslund
Lag: Svenskt fólkalag
Týtt: Símun av Skarði

1. Vegir niðan snúgva,
áir oman smúgva,
vindurin hann ríður hátt
á fljótum ský.
Brekkurnar tær ganga,
stíga stigið langa,
líðirnar tær lokka langt
frá bygd og bý.
Hægst á gonguferð er sól at sjá –
kom, vit fylgja vindi fljóta,
sól og á.

2. Neyðardýr, sum sita
innandura og vita
uttandura skínur sól
og gyllir alt!
Neyðardýr, sum liggja
langtandi og hyggja,
vónandi at síggja loftið
blátt og balt!
Sælir vit, – vit frælsu ferðamenn
fegnir fóru, koma fegn’ri
heim í senn!

3. Ganga vit á fjøllum,
hátt á hamrahøllum,
vindur blæsur burtur
dalsins bos og dust.
Víddir friði hýsa,
tindar reystir rísa,
mjørkakógv á firði,
sól um fjallarust.
Fjakka vit í dalin oman heim,
fjalsins lot um okkum sveimar
enn við gleim.

FavoriteLoadingGoym tekstin