Vegna Jesu blóð kann einki meg skaða

Orð: Odd Gunnar Bordevik
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Vegna Jesu blóð kann einki meg skaða,
har missir Satans makt sín mátt, sítt vald;
ja, í Jesu blóð missir syndin sín brodd, sítt hald,
og tí sigri eg í blóðsins kraft.

Niðurlag: :,:Í Jesu blóð’ kann einki meg saka,
har hvíli eg trygt við Hans barm!:,:

2. Tá mín sál er strongd av glatunnar andaverð,
tá rópi eg: Vík í Jesu Navn!
Við Jesu bróst felli eg til hvílu
í kraft av Lambsins blóð’, sum keypti meg.

3. Vegna Jesu blóð kann ei syndin meg særa meir,
Guð heldur verndarhond yvir mína sál.
Vegna Jesu blóð skelvur myrkursins drottur nú,
tá hann sær mítt hvíta skrúð, keypt á Golgata.

FavoriteLoadingGoym tekstin