Veikur, men tolin eg haldi á

Orð og lag: Árni Jacobsen

1. Veikur, men tolin eg haldi á
móti tí staði, eg brátt skal sjá,
aftan á honum, sum fór tann veg,
og sum tí tryggur kann leiða meg.

2. Glaður eg syngi tí dag um dag,
tí at mín sál hevur bjarging sæð.
Bjarging frá deyðanum ævigum
inn í Guds sælu í Himlinum.

3. Støðugt tó framá eg halda má
á hesi leið, eg varð settur á.
Um so enn fíggindin hart meg slær,
sigurskransur tó bíðar mær.

4. Um so enn nærkar seg kvøldartíð,
niðurboygd sálin og troytt av stríð,
og um enn sorg hvílir tung á mær,
veit eg, at alt brátt ein enda fær.

5. Gjøgnum hvønn skugga mítt eyga sær
ljósið av Himli, sum lýsir mær.
Lýsir upp vegin, eg ganga má,
inntil eg gullgøtum standi á.

FavoriteLoadingGoym tekstin