Eg veit ei, hvat í morgin er

Orð og lag: Charles H. Gabriel
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg veit ei, hvat í morgin er,
í náði Gud tað ókent ger;
hann elskar, hann eg líti á,
á vegi hans eg frið skal ná.

Niðurlag:
Hann leiðir meg,
hann vegin sær,
hann varðar meg,
fer ei frá mær;
júst sum hann vil,
so gangi eg,
tí, áh, eg veit, hann leiðir meg.

2. Eg veit ei, hvussu, nær og hvar
hann lyfta krossin vil av mær;
bert tað eg veit: Tá hann tað ger,
ein ævig krúna goymd mær er.

3. Mín leið er stundum tung og brøtt,
og sorgin tyngir hjartað møtt;
men eitt eg veit: Eg vinna skal
og Himmalheimið náa væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin