Eg veit ein hirða, sum røktar sín seyð

Orð: C. Austin Miles
Lag: J. Lincoln Hall
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Eg veit ein hirða, sum røktar sín seyð,
og hann er mín,
konganna kongur í lívi og deyð,
ja, hann er mín.
Hvussu hann elska ein syndara man –
og vera mín,
aldri í ævir tað fata eg kann,
tó er hann mín.

Niðurlag:
Hann er mín,
hann er mín.
Um tað er undurfult, er tað tó satt,
at hann er mín.

2. Frelsarin, Jesus, av Himlinum steig,
og hann er mín,
verdur ei eri eg, tað sum hann leið,
men hann er mín.
Óuppiborið, nú í mær hann býr,
og hann er mín,
aldri hann sleppa skal honum, ið trýr,
tí er hann mín.

3. Komin úr erva ein talsmaður er,
og hann er mín,
kærleika Guds opinberar hann her,
at hann er mín,
dýrmetir Kristus og stóran hann ger,
áh, hann er mín,
vitnisburð við mínum anda hann ber,
at hann er mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin