Eg veit ein veg, sum er so trongur

Orð: Melchior Falk Gjertsen
Lag: Carl Israel Sandström
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg veit ein veg, sum er so trongur,
ein tungan, smalan táraveg,
men eftir vegnum hoyri eg,
tað ljóðar tó ein trúarsongur;
tað er tann leið, eitt gudsbarn fer
ígjøgnum stríð og møði her
at vinna lívsins krúnu.

2. Eg veit ein vin, sum til mín smílir,
tá vandi hóttir meg og neyð;
hann svíkur ei í lív og deyð,
mín sál í trongd við bróst hans hvílir –
ein vin, í sorgum fullroyndan,
ein vin, av øllum fagrastan,
ein vin, sum aldri svíkur.

3. Eg veit ein dag, eg boð skal fáa
um hvílu eftir dagsins stríð;
tá endar heimsins vetrartíð,
eitt ljóst og ævigt vár skal ráða;
og rósan blómar fagurt har,
sum her av frosti bitin var,
sítt fangahús hon sprongdi.

4. Eg veit eitt heim, har barnaskarin
úr øllum ættum savnast skal
inn í hin ljósa Himmalsal,
har Kristus undan teim er farin;
har vinur vin skal aftur sjá,
ein gleðihátíð verður tá,
sum aldri, aldri endar.

FavoriteLoadingGoym tekstin