Eg veit ein veg

Orð: Hildur Elmers
Lag: Anders G. Sjöblom
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg veit ein veg, sum leiðir
til sæla Himmalstað;
víst ber hann gjøgnum myrkur
og royndir mangan dag;
men til hitt ljósa landið
tó trygt og væl hann ber;
hin vegur Jesus er,
hin vegur Jesus er.

2. Eg veit ein frið, sum varir,
tann dag alt annað brast,
sum fyri gull ei keypist,
ei fyri pening fæst;
hann er ein náðigáva,
sum Faðir mín mær ber;
hin friður Jesus er,
hin friður Jesus er.

3. Eg veit ta kraft, sum grøðir
eitt sært og brotið sinn,
sum veitir hvíld og leiðir
í hjartað gleði inn,
sum meg kann varða reinan
á øllum vegnum her;
hin kraftin Jesus er,
hin kraftin Jesus er.

4. Eg veit eitt mál, sum veittrar
so fagurt móti mær,
og skjótt skal slørið bresta,
so eyga mítt tað sær;
tað skeið er vert at renna,
sum mót tí máli ber;
hitt mál Guds ríki er,
hitt mál Guds ríki er.

FavoriteLoadingGoym tekstin