Eg veit ein vin, sum góður er

Brita á Váli Smith
Orð: Brita á Váli Smith
Lag: Líggjas á Váli

1. Eg veit ein vin, sum góður er,
hann gleði til mín ber,
hann leiðir meg ígjøgnum stríð,
meg verjir alla tíð.

Niðurlag: Tann vinurin er Jesus,
áh, kom til hann í dag,
hann vil teg fegin frelsa,
kom nú, fá tað í lag.

2. Eg kom til hann, so sum eg var,
ei gull eg honum bar,
men Jesus tók ímóti mær;
hann tekur móti tær.

3. Og so ein dag, tá kemur hann
at taka okkum heim,
tey, sum her hava trúð á hann,
til gleði og til gleim.