Eg veit eitt land, eitt fagurt land

Orð: Victor Danielsen
Lag: Rasmus Nielsen

1. Eg veit eitt land, eitt fagurt land,
tað liggur høgt yvir skýnum;
tað er hitt ljósa Himmalland,
sum Harrin geva skal sínum.

2. Eg veit ein vin, ein trúgvan vin,
sum mína synd vildi bera,
og skjótt eg síggja skal hin vin
og ævigt hjá honum vera.

3. Eg veit eitt ljós, eitt ævigt ljós,
sum eg í myrkri sá rísa,
og aldri sløkna skal hitt ljós,
tað heim til Gud skal mær lýsa.

4. Eg veit ein flokk, ein sælan flokk,
ið Harrin kennir sum síni;
mítt hjarta hongur við hin flokk,
og eg tey kenni sum míni.

5. Eg veit ein veg, ein góðan veg,
hann er í lívd av Guds náði;
eg elski ganga henda veg,
har frið og signing eg fái.

6. Eg veit ein dag, ein glaðan dag,
tá síðsta tárið er runnið;
mín andi gleðist til tann dag,
tá málið ævigt er vunnið.

7. Eg veit eitt hop, eitt signað hop,
at Harrin koma skal niður;
hvørt Guds barn eigur hetta hop
og eftir stundini biður.

FavoriteLoadingGoym tekstin