Eg veit eitt land, sum betri er

Týtt: Victor Danielsen

1. Eg veit eitt land, sum betri er
enn heimsins døpru lond,
og Jóhannesi birtist tað
hin dag á Patmosstrond;
hann fall á andlit sítt ta stund,
ei mátt í sær hann fann;
men Harrin eymur við hann nam,
ei óttast! segði hann.

2. Har sá Jóhannes Frelsaran
í dýrd og ljóma stá,
har sá hann frelstu sálirnar,
út loystar foldum frá;
lívsánna sá hann, skínandi,
hjá henni lívsins træ,
hann rundan um Guds hásæti
teir elstu sá hin dag.

3. Hann einglaherin mikla sá
og hoyrdi songin har
til Lambsins prís, sum her á fold
Guds straff og vreiði bar;
ja, hvønn ein skapning Himli í
hann hoyrdi lova hátt
tí Frelsara, sum syndarum
vann lívið og alt gott.

4. Men tá eg minnist hetta alt
og veit, mítt heim har er,
mær jørðin tykist myrk og trong,
ei hvíla finnist her;
mær leingist burt frá døpru nátt,
frá pínu, synd og deyð
til morgunlandið eydnuríkt,
har kend er eingin neyð.

5. Tó – burt við gráti! Sál mín skjótt
har verður ævigt sæl,
skal gloyma myrku jørðina,
hin sorgarinnar dal,
ei stúran pínir hjartað meir
tí ljósa landi í,
har songur eftir gremju er,
og hvíla eftir stríð.

FavoriteLoadingGoym tekstin