Eg veit eitt skjól, eitt virki

Orð: Ernst M. Arndt
Lag: H. Otto Konrad Zinck, Carl A. Nielsen
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg veit eitt skjól, eitt virki,
eitt torn, sum stendur fast,
tá mannaráð og styrki
sum sápubløðra brast,
eg veit, hvat ei kann vikna,
eg veit, hvat heldur á,
tá allir vísmenn blikna,
ei sterkir vita ráð.
2. Tað er hin klettur tryggi,
sum vinnur vald og list,
tann grund, sum á eg byggi –
tað er mín Harri Krist;
mín skuld á hann er kastað,
mín byrði fallin av,
hann er mín stjørna fasta
um tankans villa hav.
3. Hann, sum í grøv varð lagdur,
men upp við heiður stóð,
av Harrans Anda vaktur
og deyðans veldi sló,
synd mína fyrigevur,
úr fongsli loysti meg,
við náði krýnt meg hevur
og leitt á lívsins veg.
4. Eg veit eitt skjól, eitt virki,
eitt torn, sum stendur fast,
tá mannaráð og styrki
sum sápubløðra brast;
ei lív og ikki deyði
frá mær kann taka tað,
sum tín blóðstreymur reyði
mær hevur keypt hin dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin