Eg veit, eg elski meiri teg

Orð: Frances R. Havergal
Lag: Ralph E. Hudson
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg veit, eg elski meiri teg
enn nakra gleði her,
tú, Jesus, sum mær gavst tann frið,
ið aldri frá mær fer!

Niðurlag:
Og tó er helvtin ikki søgd
um fría kærleik tín,
nei, enn er helvtin ikki søgd –
títt blóð er friður mín.

2. Eg veit, at tú mær nærri ert
enn alt, mítt eyga sær,
og søtt fram um alt annað er
at dvølja nær hjá tær.

3. Tú gleði gavst í mína sál,
og væl eg gleðast má;
men átti eg ei kærleik tín,
bert tungur gekk eg tá.

4. Áh, Jesus, dýri Frelsari!
Hvat verður ikki har,
tá gleðin flýtur yvir nú
at fylgjast her við tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin