Eg veit, at Faðir mín, hann sær

Orð: Sarepta M. I. Henry
Lag: Edvin O. Excell
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg veit, at Faðir mín, hann sær
tann storm, ið leikar móti mær;
hann reka kann hvørt skýggj avstað
:,: og broyta myrku nátt til dag. :,:

Niðurlag:
Hann sær, hann sær
tann storm, ið leikar móti mær;
hann sær, hann sær
og hørðu ódn at tagna fær.

2. Eg veit, at Faðir mín, hann sær
hvønn sting, hvørt sár, mær givið varð;
við eymu náði síni hann
:,: mítt særda hjarta grøða kann. :,:

3. Eg veit, at Faðir mín, hann sær
hin dag, ið ferð mín enda fær;
áh, lat ta stund meg finna tá
:,: sum tann, ið heilt tær hvílir á! :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin