Veit hon um meg

Orð og lag: Jákup Eli Joensen

Hon hevur rock´n´roll stíl,
hon hevur bæði piercing og tatoo,
og hon gongur púrasta vanlig
tá ið hon fer út

Tí at hon er mín typa,
hon er tað kulasta av gentum, sum eg veit,
hon hevur harðari stíl enn nøkur onnur genta hevur,
eg hevði, so ynskt, at eg hevði kunnað kent hana.

Hon dámar væl Heavy metal,
og hon er fitt, og blíð, at tosa við,
í barruni er hon púra normal,
og eg dámi tað.

Men man hon vita av, at eg eri til?
Eg síggji hana standa við barruna, og hyggja æt,
hon hvørki kennir, ella veit hvør eg eri,
men hon skal bara vita, at eg vil henni bara væl.

Bara væl, bara væl, bara væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin