Eg veit ikki tíð ella tíma

Orð: Fanny Crosby
Lag: Knút E. Háberg, William J. Kirkpatrick
Týtt: Sigurd Berghamar

1. Eg veit ikki tíð ella tíma,
nær Harrin vil tala til mín,
ei, um hann á nátt ella degi
vil taka sítt barn heim til sín.

Niðurlag:
Men eg veit, honum líkur eg verði,
mær leingist, áh, var tað í dag!
Eg veit, tá skal Lambið eg skoða,
sum ofraði seg í mín stað.

2. Eg veit ei, hvat hann hevur til mín,
hvør dýrd verður Jesusi hjá,
ei, nær eg har heima skal lenda,
hans fullkomna kærleika ná.

3. Kann henda, á sólheitum degi
hann tekur meg arbeiðnum frá;
kann henda, hans elskaða rødd meg
á midnáttarstund kallar á.

4. Eg veit ikki – áh, men eg bíði,
ei ljós mítt má missa sítt skin,
um eg so skal hoyra á morgni,
á nátt ella degi mín vin!

FavoriteLoadingGoym tekstin