Eg veit, mín Frelsari, hann livir

Orð: Jessie Brown Pounds
Lag: James H. Fillmore
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg veit, mín Frelsari, hann livir,
og at hann kemur aftur her,
at øllum hann er Harri yvir,
at ævigt lív í honum er.

Niðurlag: Eg veit, eg veit, at Jesus livir,
eg veit, hann kemur aftur her;
eg veit, hann øllum valdar yvir,
eg veit, at lív í honum er.

2. Eg veit, hans lyfti ævigt vara,
eg veit, hans orð ei doyggja kann;
um deyðin enn mítt kjøt skal tæra,
tað førir meg bert heim til hann.

3. Eg veit, hann mær ein stað til reiðir,
eg veit, eg skjótt skal búgva har –
áh, undurfult! Hann her meg leiðir,
og so hann kemur eftir mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin