Eg veit, nær ið tindarnir rodna

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Eg minnist úr gomlum søgum

1. Eg veit, nær ið tindarnir rodna,
og kavin tiðnar eitt bil,
tað verður, tá hjørtuni orna,
og menn kenna frælsis yl.
Tað verður, tá brandarnir hvessast,
og menn vinna mannakor,
tá stinnir garparnir sessast
sum harrar við egið borð.

2. Og eg vóni, fólkið mítt vinnur
fram longur og longur á veg
til tess, at tað aftur finnur
ætt sína og sjálvan seg.
Tá verða tær bylgjur at slætna,
og sól brandar bjørt á vág,
tá verða tær byrðar at lætna,
ið tungt hvíla herðum á.

3. Tá verður tað: – Hjartalagið
kenst størri og meira frítt,
tá verður várt egna kvæði
at ljóða um vøllir vítt.
Latum tí okkum stevna
fram leið gjøgnum nátt og ódn
til tess, at vár móðir kann fevna
og kenna øll síni børn.

FavoriteLoadingGoym tekstin