Her veitsla er

Lag: Eg minnist úr gomlum søgum.

Her veitsla er byrjað av sonnum
við kosti av besta slag
og kvinnur við sínum monnum
seg gleddu til hendan dag.
Latið tí lystin leika
í hesi stóru høll –
og lat ikki dirvið veika
teg benda til stúrandi trøll.

Vit minnast á fedrar stóru,
ið stimbraðu menning og mátt,
teir høvur á kroppi bóru
og hóvliga gingu um gátt.
Standið tí stinnir á vali
– standið lið um lið,
vit fjølmentir eru í tali
at verja um góðan sið.

Vit eiga ta skyldu at hava,
at verja um fedranna spor,
tí mega vit ósigur svæva
og ógerðir leggja í sor.
Gaman skal vera gaman
– í álvara er tað gott –
vit taka tí hendur saman
í stuttleika hesa nátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin
H |