Veitslan endað

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Git um eg var ov seinur? Eingin dansur í høll!
Røddin dunaði hvøll: Veitslan endað, tíð at lenda!
Og eg rópti: hvat nú? hvat hendir her
og sig mær hvør er tú?

Tú segði: her er einki at heinta, her er ruddað og sløkt!
Støðan gjørdist ov fløkt, veitslan endað, skeiv agenda,
hurðin farin í lás. – men annars tú,
so gongur uppá stás!

Ragnarok á kringvarpsskíggja,
neyðarróp á náttarrás!
Síggi blindan mann við líggja,
best at finna betri bás!

Ongar knotur í kongum, síðsta súðan ei syft,
góði, gev mær eitt lift! Veitslan endað, brýrnar brendar,
sálin farin í sjokk. So hví sigur tú:
tað gongur nokk?

Veitst tú, hvar tú skalt koyra? Hevur tú eina kós?
Hómar tú nakað ljós? Veitslan endað, alt kann henda,
koyr nú ikki útav, – og lat meg sova,
nú sólin fer í kav!

FavoriteLoadingGoym tekstin