Veitslusangur dreingjaliðsins

Orð: Sverri Midjord
Lag: Eitt fótbóltslið sum TB
Viðmerking: Veitslusangur yrktur til dreingjaliðið hjá TB í 1971.

Í máli Gordon stendur, vit minnast øll so væl,
síðsta ár sum forward, nú málið verja skal,
hann ger tað eins og navnin á enska meistarlið
og førir TB fram til mangan sigur við.

Niðurlag: Eitt fótbóltslið sum TB ei vit hava sæð,
teir vunnu bæði HB og onnur lið so fræg,
so fóru teir til Hetland við Tjaldrinum ein dag,
humørið varð tað besta nakar hevði sæð,
farið fram garpar vinnið hvønn dyst,
so at vit síggja TB er fyrst,
frá málmanni út til uttasta vong,
ja, leiðarin er við, ja leiðarin er við,
øll kenna liðið frá Tvøroyrar bý.

Vit eru Føroya bestu onki iv um tað,
á liðið okkara leikar, við skil og góðum lag,
Poul og Frank sum bakkar, ið forða hvørja ferð,
ið fíggindin man royna at scora ikki ger.

Vit líta so í kring, tað skuldi verið fleir,
sum málið TB’s verja, hvar eru allir teir,
jú Poul Juul og Bogi, teir fúsir leika við,
og Sverre hjálpir teimum, teir stand lið um lið.

At hava góða verju, er bara gott,
men uttan forward góðar, tað verður bara skjótt,
vit mugu undan lúta, um ein vil gera mál,
tí taka vit okkum saman og geva teimum kál.

Til hettar endamálið, vit hava góðar menn,
sum leika bólt væl saman, og skjóta alt ísenn,
á uttasta vongi tú hittir Atla og Finn,
sum bóltin væl duga í málið at seta inn.

Vit ongan vilja gloyma, av kappum okkara her,
tí Ásmund Trond og Kristin, tað ikki sama ger,
ti uttan teirra dirvi og teirra góða skil,
vit ikki kundu stýra meistarheitið til.

Á liði okkara vóru uttan fyrilit,
Erling, Jan og Tórur, sum við bit og slit
vóru við at vinna og bera steypið heim
til Tvøroyri, so at vit nú halda gleim.

Várt ynski nú skal ljóða, á hesum veitsludag,
at framtíðin góða, má fella so í lag,
at felagið má trívast og vinna mangt eitt “SLAG”
til aftur her vit hittast til veitslu fró og glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin