Veitst tú, at fyri teg eg mátti líða

Týtt: Petur William Háberg

1. Veitst tú, at fyri teg eg mátti líða?
So talaði ein rødd hin dag við meg;
eg kendi sárini sum brandar svíða,
kom heim, mítt barn, tað var alt fyri teg!

2. Eg eina krúnu fekk av hørðum hondum,
tá eg hin dagin sligin, særdur gekk,
hon var ei skrýdd við gull og silvurbondum,
nei, sár av henni eg í pannu fekk.

3. Teir naglar negldu gjøgnum mínar hendur,
á Golgata eg doyði fyri teg;
men hygg, í báðum hondum mínum stendur
tú teknaður – áh, kom, eg elski teg!

4. Halleluja! Mín besti vinur er hann –
eg legði meg í Jesu eyma favn –
og upp um alla pínu meg nú ber hann
inn í ta ljósu, føgru Himmalhavn.

FavoriteLoadingGoym tekstin