Veitst tú, hvat ið tað er, bert at trúgva

Victor Danielsen
Orð og lag: Hans Jacob Mygind, Jørgen P. Santon
Týtt: Victor Danielsen

1. Veitst tú, hvat ið tað er, bert at trúgva,
um so sinnið er byrðað og tungt?
Veitst tú, hvussu við trúnni á Jesus
myrkrið lættir, og hjartað gerst ungt?

Niðurlag:
Eg veit um hetta, á Jesus líta,
og eg kann vitna, at tað ber til;
tá eingin annar á jørð kann hjálpa,
tá frelsa kann hann og frelsa vil.

2. Veitst tú, hvat ið tað er, hann at hoyra
og við lyftinum náa í havn?
Veitst tú, at tað, sum fyrr var ógjørligt,
kann ein gera í trúgv á hans navn?

3. Veitst tú, hvat ið tað er, bert í trúnni
standa Djevulsins freisting ímót?
Veitst tú, at við at líta á Jesus
fært tú figgindan undir tín fót?

4. Veitst tú, hvat ið tað er, millum mangar
fara einsamur lýdnisins leið?
Veitst tú, at ein kann Jesusi fylgja,
um so onnur tað vágaðu ei?

5. Veitst tú, hvat ið tað er, móti øllum,
ið tú følir, at líta á hann?
Veitst tú um hina himmalsku gleði,
ein í trúnni á hann kenna kann?

FavoriteLoadingGoym tekstin