Vel Jesus nú í lívsins føgru ungdómsmegi

Vel Jesus nú í lívsins føgru ungdómsmegi
Gev honum hjarta títt, nú heitt og lætt tað slær.
Ein vinur trúfastur hann er í sorg og gleði
Og leiða vil teg gjøgnum alt, ið møtir tær.

Niðurlag: Vel vinin besta og lat hann vera
Tín leiðara gjøgnum lívið her.
Er hann í ungdómsdøgum tín, hann vil teg bera
Í gjøgnum lívið alt, til sólin undir fer.

Hvør gott, tá lívið tykist merkt av neyð og vanda
ein vin at eiga, ein sum sær og skilir alt.
Um misskiltur og eina mangan tú manst standa,
Í trúgv við øllum tú til Jesus fara skalt.

Og tá so tíðin her umsíðir er at enda,
Tú fært hin æviga og fagra sigurskrans,
Á, hvør ein gleði á tí ljósu strond at lenda,
At síggja Jesus og í ævir vera hans.

FavoriteLoadingGoym tekstin