Veldigt er hans frelsuverk

Orð og lag: Øssur Berghamar

Niðurlag: Gleðin í Harranum
er styrki okkara, og
friðurin fullkomin,
okkum fall í lut;
gleðin í Harranum
er styrki okkara,
vit eru hans,
Frelsarans –
góður er vár Gud.

1. Veldigt er hans frelsuverk,
vit í honum eru sterk,
hann, sum á deyðans fúrsta vann.
Okkara er sigurin,
okkara er friðurin,
ið hava litið heilt á hann.

2. Andi Guds í hvørjum býr,
sum á Harran Jesus trýr,
hann gevur kraft á lívsins ferð.
Og um toka legst á leið,
hondin særda sleppur ei,
ið okkum heim til Himmals ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin