Veltingin endað

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Kvæðalag (Veturin kom við kulda og kava)

1. Erla kongsdóttir komin er,
álvalætt hon um garðar fer,
sítt liðmjúka vel hon slettir:
“Bóndin, er køstur tín tómur í ár?”
“Eia! eg reiddi tað síðsta í gjár,
tú sært, her er einki eftir.

2. Eplini øll eru løgd í jørð,
akurin longu so frískur grør,
og kálið í dag eg sái.
So sleppi eg burtur mín troytta hest,
og síðani ger Várharra rest,
alt hongur á hansara náði.

3. Hans miskunn verði oss holl og blíð,
og gevi oss løn fyri strev og stríð;
hans megi kann veður venda,
um nógv ella lítið hann gevur í heyst,
hann eina veit, hvat ið gagnar best,
og gott er alt, hann vil senda.”

FavoriteLoadingGoym tekstin