Ver glað nú, brúður Krists

Mikkjal á Ryggi
Orð: Ókendur
Týtt: Mikkjal á Ryggi

1. Ver glað nú, brúður Krists!
Tú fært til innivist
hin drottin halga, háa,
sum tær frá fyrnd var spáað.
Hosianna, hátt við songi
lovprísum himlakongi!

2. Kom út úr tíni lon
og fagna væl Guðs son!
Nú kemur hann til bíggja,
sum fedrar vildu síggja.
Hosianna, hátt við songi
lovprísum himlakongi!

3. Eitt asnafyl hann ber,
so lítillátin er
hin heiðursdrottur frægur,
sum lív og lagnu ræður.
Hosianna, hátt við songi
lovprísum himlakongi!

4. So spakførur í sinn’
hann stillur ríður inn;
hann gávur við sær hevur
og brúður síni gevur.
Hosianna, hátt við songi
lovprísum himlakongi!

5. Lat grindir upp og lið!
Við náði og við frið
her kemur kongur bestur
og vera vil tín gestur.
Hosianna, hátt við songi
lovprísum himlakongi!

6. Breið greinar á hans leið,
spar klæði tíni ei,
alt fólkið beri pálmar
og syngi høgtíðssálmar.
Hosianna, hátt við songi
lovprísum himlakongi!

7. Og børn hjá móðurlið
lær tey at syngja við,
av instu hjartans frøi
øll mannamúgvan kvøði:
«Hosianna, hátt við songi
lovprísum himlakongi!»

FavoriteLoadingGoym tekstin