Ver heilsað, fagra morgunstund

Orð: J.O. Wallin
Týtt: Jákup Dahl

1. Ver heilsað, fagra morgunstund,
sum hvørji tjóð á heimsins grund
er av gudsmonnum boðað!
Nú eiga vit tann sæla dag,
tá vit Guðs kærleiks hjartalag
øll fáa her at skoða.
Ljóðar, ljómar, ung og gomul,
glað øll somul,
lova honum,
størstur er av øllum sonum.

2. Guðs mynd hann er, men tó fullvæl
ein mannasonur, og tí skal
til hans vár sál sær venda.
Hann frið og vónir við sær ber,
hann leitar upp tað, farið er,
vil øllum bjarging senda.
Ber frið, lív, grið, ljós hitt sæla
teim, ið træla,
vónleyst líða,
sárt í synd og sorgum stríða.

3. Sum vit hann tung skal fella tár,
skal grøða øll vár mein og sár
við sínum kraftaranda,
skal boða okkum faðirs ráð,
skal ríka troyst og sæla náð
í sorgardrykkin blanda;
stríða, líða deyðans váða,
okkum náða,
so vit vinna
og Guðs himmal opnan finna.

4. Sum frelsari hann sendur er,
tann náðisól, hann kveikti her,
skal aldri meir seg hylja.
Hann okkum hirði vera vil,
at vit øll honum hoyra til
og ei frá honum skilja.
Glaðar dagar friðin boða,
Harran skoða
í hans ríki,
tá vit verða hansar líki.

FavoriteLoadingGoym tekstin