Ver mær ein klettur, mín Gud, har eg altíð kann fara

Orð: Jákup Olsen

1. Ver mær ein klettur, mín Gud, har eg altíð kann fara,
borg mín, har tú, Harri, sjálvur vilt sál mína varða!
Álit mítt, tú,
eins og í forðum kanst nú
hoyra og bøn míni svara.

2. Harri, mín Gud og mín frelsa í ungdómsins døgum,
hjálp mær at lovsyngja tær fyri lágum og høgum!
Prís títt skal tá
eisini einsligum ná,
teimum á fjarskotnum støðum.

3. Ver tú mín styrki, tá ljósur og góður er dagur,
ver tú mítt álit, tá niða og náttmyrkur ræður!
Ljósið frá tær
leiði meg, lýsa lat mær!
Gangi eg trygt tá og glaður.

4. Far ikki frá mær, mín Gud, tá ið mátturin víkur,
ver tú mín styrki, tá dirvi og áræði svíkur!
Koma so ár,
elli og gránandi hár,
ber meg tín kærleiki ríkur.

5. So skal eg høgt gera navn títt, tí lovprísa, æra –
sál mín, sum tú hevur út loyst og náðifult varðað,
til har hjá tær
lov tú og prís frá mær fær
við hinum ótalda skara.

FavoriteLoadingGoym tekstin