Ver tú, Gud Faðir, Faðir mín

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Hallgrimur Pétursson
Lag: Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1970-árunum og lagið varð gjørt í 2007.

1. Ver tú, Gud Faðir, faðir mín,
í frelsarans Jesu navni,
meg leiði altíð hondin tín,
so alla synd eg havni.

2. Hondin tín, Drottin, skjøldur ver,
tá foldarheimið eg missi,
og tá ið tú meg hartar her,
hond tína glaður eg kyssi.

3. Deyðans stríð úr Krists halgu hond
hjálpi mær væl at troyggja,
tak, o, faðir, tú mína ond,
so glaður eg man doyggja.

4. Mín Jesus, andlátsorðið títt
í hjarta mínum eg goymi,
veri tað síðsta orðið mítt,
tá sovna eg skal úr heimi.

FavoriteLoadingGoym tekstin