Vera í vilja míns Faðirs eg vil

Orð og lag: Norman J. Clayton
Týtt: Øssur Berghamar

1. Vera í vilja míns Faðirs eg vil,
hvørja løtu, hvønn lívsins dag,
lyftum hans eina at halla mær til,
hvørt eitt stig og á hvørjum stað.

Niðurlag:
Eina eitt amboð í hondum hans,
bíðandi boðorðum Meistarans,
vera í vilja míns Faðirs eg vil,
hvørja løtu, hvønn lívsins dag!

2. Eina á Jesus mítt álit er bygt,
hvørja løtu, hvønn lívsins dag.
Einki eg óttist, hann leiðir meg trygt
hvørt eitt stig og á hvørjum stað.

3. Signað at fylgjast við Jesusi her,
hvørja løtu, hvønn lívsins dag,
halgaður honum, sum leiðir og ber
hvørt eitt stig og á hvørjum stað.

FavoriteLoadingGoym tekstin