At vera Tín, o, Jesus, hvat er størri

Orð: Thorleif Holm-Glad
Lag: Christina Imsen (Av nye tiders fløden)
Týtt: Kajfinn Hammer

1. At vera Tín, o, Jesus, hvat er størri?
Er kongatign og heimsins dýrd sum Tín?
Nei, Frelsari, mær nýtist ikki spyrja,
tað størsta er, í ævir vera Tín.

Niðurlag: At vera Tín, o, Jesus, tað er lívið,
at vera Tín er lukka undursom.
Tú fyri meg Títt blóð jú hevur givið,
at opna keldu frelsunnar Tú kom.

2. At vera Tín, tá skuggar gerast langir,
og deyðans døkka stund mær kemur nær;
um bert eg eri Tín ei ótti nívir,
í sorg og trongd Tú blítt til barn Títt sær.

3. At vera Tín í Dýrdini har heima,
á, hvør ein sæla, hon ei fatast kann.
Og tá hin nýggja sangin eg skal syngja,
eg minnast skal ta frelsu, Tú mær vann.

4. Nei, einki, einki finnist her í heimi,
sum gevur míni sál ein frið sum Tín.
Á vegnum heim Tú ert mín troyst, mín sangur,
o, dýri Jesus, takk at Tú ert mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin