Verðin dregur

Orð og lag: Blátt Gras

Verðin dregur meg til sín,
lokkar og lumpar meg at sær.
Spennandi og hon er fín,
nú hon opnar fyri mær.

Men ikki alt sum eygað fær at sjá,
ikki alt sum er at fá.
Er eydnan her í hesi verð,
nei eydnan hon er ikki her.

Um eg lati standa til,
hugur mín meg leiða skal.
Endi eg har verðin vil,
tað fer ei at ganga væl.

Endurnýggja huga mín,
Harri mín eg biði teg.
Umskapa tú vilja mín,
so eg gangi rættan veg.

Tí eg vil royna vilja Guðs hvønn dag,
eg vil leggja meg á knæ.
Eydnan hin sanna hon er her,
tá bønin upp til Himmals fer.