Verðin í synd enn svevur

Týtt: Victor Danielsen

1. Verðin í synd enn svevur,
Ísraels Gud vakir har;
æruna, valdið hann hevur,
og prís frá teim sælu hann fær.
Sært tú hans eyga, sum hyggur
í kærleika niður í dag
til tann, sum í vónloysi liggur,
og sum einki ljós hevur sæð?

2. Sonin hann her niður sendi,
á krossinum blóðið hans fleyt,
dómin frá okkum hann vendi,
og myrkursins leinkjur hann breyt;
nú frelsan hin stóra er funnin
og sigur við Gudslambsins blóð,
teim friðleysu friður er vunnin,
og hvíla til hjørtuni móð.

3. Syndari, hoyr, hvat hann sigur,
hann kallar so mildur á teg:
Tak móti frelsu! Hann biður,
vend um av fortapingarveg!
Synd tína, blóðiga, reyða,
eg snjóhvíta alla skal tvá;
tí leið eg hin kvølfulla deyða,
tí hvíldi hin byrði mær á!

4. Alt, alt er goldið á krossi,
tí frían hann gera teg kann;
av hvørjum vónleysum plássi
nú sálirnar leita til hann.
Tilbiðjan og máttur og æra
tilhoyrir Guds Lambi í dag.
Kom, ver í tí hvítklædda skara,
kom við til hin himmalska stað!

FavoriteLoadingGoym tekstin