Verdur ert tú allan heiður og æru

Charlotta á Váli Olsen
Orð og lag: Arnold Børud
Týtt: Charlotta á Váli Olsen
Upprunaheiti: Värdig är du

Niðurlag: Verdur ert tú allan heiður og æru,
tú, sum meg keypti við blóði til Gud.
Jesus, eg prísi tær, tín eg vil vera
frá hesi stund, til eg komi heim.

1. Jesus, tú mín lovsong eigur,
tú, sum mær lív títt gav,
teg vil eg æra sum mín Harra.
Jesus, tú ert mítt alt.

2. Jesus, uttan teg var lívið tómt,
eg var fortaptur tá,
men so tú gavst mær vón og frelsu,
tí tú leið krossins deyð.